Fleiri túsund Epstein-skjøl eru tikin aftur

Fleiri túsund Epstein-skjøl eru tikin aftur
Vitni hava klagað um, at samleiki teirra var ikki gjørdur navnleysur
Nú eru túsundtals skjøl í sambandi við Epstein-gøluna tikin aftur.
 
04.02.2026 - 07:56

Amerikanska løgmálaráðið hevur tikið fleiri túsund skjøl í Jeffry Epstein málinum av aftur netinum, eftir at vitni hava klagað um, at samleiki teirra ikki var gjørdur navnleysur, anonymiseraður.

Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Fríggjadagin vórðu hálvfjórða millión síður, sum høvdu samband við Epstein, almannakunngjørd. 

Menniskjalig og tøknilig mistøk elvdu til, at skjølini, sum nú eru tikin aftur, vórðu almannakunngjørd, sigur løgmaálaráðið, sambært BBC.

Nú verður kannað, um meira tilfar, sum er almannakunngjørt, skal gerast navnleyst, anonymiserast, skrivar BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532