- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentanarviðmæli: Filmar hjá Filmsfelagnum

Aftur í vetur hevur Filmsfelagið víst nógvar áhugaverdar filmar í Havnar Bio, og eisini í vár eru fleiri viðkomandi filmar á plakatskránni hvørt mikukvøld.
Filmsfelagið varð sett á stovn í 1962 og hevur í tíðarskeiðum ligið stilt. Men í dag er felagið virkið, og í nevndini sita Birgir Kruse, Ole Wich, Rannvá Jónsdóttir og Jana Mortensen.
FIlmarnir, ið verða vístir í vár, eru: spælifilmarnir Røddin á Hind Rajab, Die, my love, It Was just an accident, heimildarfilmarnir Orwell 2+2=5, og The Day Iceland Stood Still og at enda danski spælifilmurin Begyndelser. Eisini fer Filmsfelagið at sýna tveir spildurnýggjar føroyskar heimildarfilmar seinni í vár.
Lurtið eftir samrøðu við Birgir Kruse, formann í FIlmsfelagnum síðani 1984, har hann lýsir filmarnar:



























