Økokrim fer at kanna Thorbjørn Jagland

Økokrim fer at kanna Thorbjørn Jagland
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin er undir illgruna fyri mutur, og kanningin er avleiðing av tí, sum er komið fram í Epstein-skjølunum
Thorbjørn Jagland hevur m.a. verið norsku forsætisráðharri og aðalskrivari í Evroparáðnum
Mynd: Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix  
 
06.02.2026 - 08:00

Deildin fyri fíggjarligan kriminalitet hjá norsku ríkisløgregluni, Økokrim, hevur gjørt av at fara undir at kanna fyrrverandi forsætisráðharran, fyrrverandi formannin fyri Nobelnevndini og fyrrverandi aðalskrivaran í Evroparáðnum, Thorbjørn Jagland, tí hann er undir illgruna fyri grovt mutur.

Tað skrivar Økokrim í tíðindaskrivi í gjár. Kanningin er beinleiðis avleiðing av tí, sum er komið fram í Epstein-skjølunum, ið amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi í vikuni.

- Vit halda okkum hava rímiliga orsøk til at kanna málið, av tí at hann í tíðarskeiðinum, sum nýggjastu skjølini fevna um, sat sum formaður í Nobelnevndini og sum aðalskrivari í Evroparáðnum, sigur Pål K. Lønseth, stjóri í Økokrim.

 

Gávur, ferðir ella lán

Tað, sum Økokrim fer at kanna, er millum annað, um Thorbjørn Jagland hevur fingið gávur, ferðir ella lán, tí hann hevði tey størv, sum hann hevði.

Thorbjørn Jagland er sum fyrrverandi leiðari av einum altjóða felagsskapi , sumer fevndur av órini, ella immuniteti. Tí hevur Økokrim heitt á Uttanríkisráðið um at taka stig til at taka órinið frá honum.

Thorbjørn Jagland var formaður í norska arbeiðaraflokkinum, hann var formaður í Nobelnevndini, hann hevur verið stórtingslimur og formaður í Stórtinginum, hann hevur verið forsætisráðharri og uttanríkisráðharri, eins og hann eisini hevur verið aðalskrivari í Evroparáðnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532