Sjúrður og Anna fingu 55,4 prosent av atkvøðunum á fólkatingsvalinum

Sjúrður og Anna fingu 55,4 prosent av atkvøðunum á fólkatingsvalinum
Fínteljingin av fólkatingsvalinum er liðug, og nú verða atkvøðurnar á løgtingsvalinum fíntaldar
Tey fíntelja atkvøðurnar løgtingsvalinum. Høgrumegin Malan Johansen, sum er forkvinna í fólkatings- og løgtingsvalnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2026 - 13:22

Fínteljingin av fólkatingsvalinum var liðug leygardagin. Og sjálvt um onkrar atkvøður fluttu millum valevnini, fekk fínteljingin onga ávirkan á úrslitið.

Tað var nú heldur ikki væntað, tí tey bæði fremstu - og valdu - fingu fleiri atkvøður enn øll hini 50 valevnini tilsamans.

Sjúrður Skaale fekk sum fyrstvaldur 10.823 atkvøður, og Anna Falkenberg fekk 5.304 atkvøður. Tilsams gevur tað 16.127 atkvøður, sum svara til 55,4 prosent av teimum 29.111 atkvøðunum, sum vóru latnar á fólkatingsvalinum.

 

Onkrar villur

Malan Johansen er forkvinna í bæði fólkatingsvalnevndini og í løgtingsvalnevndini. Sambært henni vóru nakrir feilir íkomnir, tá valið var uppgjørt valkvøldið, og tað var mest tí, at onkrar atkvøður vóru bólkaðar skeivt. Men tað er nú rættað, og endaliga úrslitið verður rættað samsvarandi.

Tá fínteljingin av fólkatingsvalinum var liðug, var beinanvegin farið undir at fíntelja løgtingsvalið. Tað er ein drúgvari tilgongd, tí tað vóru nógv fleiri valevni til løgtingsvalið, enn tað vóru til fólkatingsvalið.

 

27 fólk fíntelja

Spurd, nær hon roknar við, at endaliga úrslitið av løgtingvalinum verður liðugt, sigur hon, at tað verður einaferð í dag, men tað verður neyvan fyrr enn fram móti nátturðatíð. 

Malan Johansen greiðir frá, at 27 fólk taka sær av fínteljingini, sum er á Hotel Hafnia. Saman við henni eru Bárður Larsen og Ingibjørg Berg, sum eisini bæði sita í báðum valnevndunum, og so 24 onnur fólk, sum telja upp.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938