Trubadurar í náttarlívinum skulu hava tjúkka húð

Trubadurar í náttarlívinum skulu hava tjúkka húð
Edvin H. Niclasen og Gerhard Páll Lognberg hittust á HF í 2011. Áðrenn langt umleið blivu teir vinir og fóru at spæla tónleik.
 
24.04.2026 - 11:41

Tá Edvin H. Niclasen og Gerhard Páll Lognberg hittust fyrstu ferð í 2011, visti eingin, at hetta vinalagið skuldi bera so nógvar tónlistarligar fruktir við sær.

Frá hugnaligum barrkvøldum til stóra pallin á Sement við tungmálmsbólkinum Eimyrja, hava teir saman gjørt tónleik í alskyns skapum.

Men nú er tað við bólkinum Gjáir. Hetta er ein føroyskur fólka-, singer-songwriter bólkur, stovnaður í Havn í fjør í sambandi við Sement.



Teir eru nógv umbidnir at spæla á barrum og pubbum kring landið.

- Vanliga spæla vit í einar fýra tímar, sigur Gerhard.

Tá krevst, at tú hevur eina rúgvu av sangum, tú kanst tríva í, og tað hevur bólkurin.

- Tú upplivir eitt sindur av hvørjum, greiða teir frá.

Millum hendingar kann nevnast, at dansandi maður er dottin á teir, og allir gittarstreingirnir hjá Edvin slitnaðu.

Eitt annað kvøld var rok uttanfyri, og vindeygað, har teir sótu og spældu, brotnaði.

Og so hendir tað eisini viðhvørt, at summi vilja sleppa at taka yvir, tí tey halda seg duga betur.



Men teir skunda sær at leggja aftrat, at tað eisini er bæði stuttligt og gevandi.

Bólkurin hevur fitt av tilfari klárt, og tí er vónin, at útgáva fer at spyrjast burtur úr.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Gjáir


 
1808838

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037