Jógvan Joensen, í tónleikinum bara Jógvan, fór undir at geva tónleik út í 2015.
Tað var sama ár, hann bleiv kendur í øllum ríkinum, tí hann var við í sangkappingini X-Factor hjá DR. Tá avtornaði endaði Jógvan á næstfremsta plássi.
Síðani er nógv broytt. Hann hevur gingið á rútmiska háskúlanum í Keypmannahavn og er bachelor í klaveri og master í sangi.
Tónleikaliga hoyrast norðurlendsku røturnar og samtíðin, men eisini siðbundin kvæði og kirkjutónleikur hómast í ljóðmyndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Millum sangirnar, ið Jógvan spælir úr Studio 5, er eitt longri verk, sum hevur arbieðsheitið Hoyr mína bøn.
Hetta er ein lýsing av eini veruligari bøn, sum Jógvan skrivaði niður.
Í verkinum brúkar hann eisini íblástur frá trummudansi og føroyska stevinum.
Sálmar hava stóran týdning í arbeiðsháttinum, sum Jógvan brúkar í dag. Og trúgvin spælir ein stóran leiklut. - Hon hevur alt at siga, ásannar Jógvan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Í dag starvast fuglfirðingurin á serbreytini í miðnámi á Kambsdali.
Eitt ómetaliga gevandi starv saman við ágrýtnum og dugnaligum næmingum.
- Eg gleði meg hvønn dag at fara til arbeiðis, sigur Jógvan við einum smíli.
Hann hevur nakrar konsertir á Summartónum.
Skráin sæst á
hesum leinki.
Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Jógvan
1811550