Jarðskjálvti í Filipsoyggjum kravt í minsta lagi 32 mannalív

Jarðskjálvti í Filipsoyggjum kravt í minsta lagi 32 mannalív
Hetta er harðasti jarðskjálvti í Filipsoyggjum í ár
Talið á deyðum eftir jarðskjálvtum í Mindanao er komið á 32. Nógv hús hava fingið skaða.
Mynd: Stenly Pontolawokang/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.06.2026 - 15:21

Talið á deyðum eftir harða jarðskjálvtan í Filipsoyggjum í morgun er nú í minsta lagi 32, og fleiri enn 200 fólk eru løstað.

Haraftrat eru fleiri ikki komin afturíaftur, skrivar tíðindastovan AP.

Jarðskjálvtin, sum var mátaður til 7,8 á Ricther-stiganum, rakti oynna Mindanao, og ávarað var um flóðaldu.

Nógvir bygningar hava eisini fingið skaða. 

Hetta er harðasti jarðskjálvti í Filipsoyggjum í ár, sigur stjórin á stovninum fyri gosfjallafrøði og seismologi.

Stovnurin hevur ávarað um eftirskjálvtar, og hevur mælt fólki frá at fara aftur til hús fyribils. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558