- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsfólk vilja verða betur kunnað um lógir og kunngerðir úr Danmark

Løgtingsfólk eiga at fáa meira kunning, tá ið lógir ella kunngerðir koma úr danska løgmálaráðnum, sum skulu galda fyri Føroyar og føroysku løgregluna.
Tað sigur Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, nú kunngerð er til hoyringar um at geva løgregluni møguleika at síggja, hvør hevur verið á netinum, og nær.
Evnið var viðgjørt í Breddanum fyrrapartin.
Lógin sjálv - tað er rættargangslógin - var samtykt í 2019, og tí skal løgtingið ikki taka støðu, um løgreglan skal fáa hetta amboðið ella ikki.
Tað krevur bara eina kunngerð úr danska løgmálaráðnum, og so skal landsstýrið ummæla kunngerðina. Rættargangslógin kom ígjøgnum uttan veruligt kjak um privatlív, sigur Ruth Vang, forkvinna í Framsókn:
Løgtingslimir hava ikki fingið greið tøl, sum siga hvussu stóran tørv løgreglan hevur á hesum amboðnum. Kári Jacobsen, kanningarleiðari hjá løgregluni metir, at talan er um fjórða hvørt álvarsamt mál á netinum, har løgreglan ikki kann fara víðari, tí tey ikki hava amboðið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:






















