- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlabørnini orka nú 31 prosent betur

Vágs skúli vildi fegin royna rørsluátakið FIT FIRST, sum Syddansk Universitet hevur ment í samstarvi við m.o. vágbingin Magna Mohr. Nú á døgum er stórur partur av børnum og ungdómi bundin at skíggja. Endamálið við FIT FIRST er at fáa skúlanæmingarnar at spæla meira og brúka orkuna, og at kenna seg sum part av átkinum. Í 1., 2. Og 3. flokki verða tríggir tímar um vikuna brúktir til FIT FIRST.
Í átakinum eru ymiskar ítróttagreinar og harvið ymiskar rørslur. Í morgun, nú Summarmorgun vitjar, eru tey í fimleikarhøllini og spæla kurvabólt. Lærarin Finn Johannesen sigur, at í byrjanini fyri trimum árum síðani vóru ikki allir næmingarnir so hugaðir, men sum frá leið sóu tey, at øll fáa okkurt burtur úr.
-Átakið hjá okkum byrjaði á vári í 2023 og vit sóu at tølini broyttust skjótt. Úrslitið hevur vakt stóran ans, tí ímiðal bleiv konditiónin hjá næmingunum 31 prosent betri eftir bara 10 vikum. Vit høvdu ikki droymt um at tað kundi gera so stóran mun, sigur John Henrik Holm, skúlastjóri í Vágs skúla.
Hann sigur at tað hevði ikki borið til at farið undir átakið uttan vælvild frá Tvøroyrar skúla, sum hevur verið ein kontrollskúli, so tølini kundu samanberast. Og tølini talaðu sítt greiða mál, at átakið loysti seg. Nú er Tvøroyrar skúli eisini komin við í skipanina, og nú hava báðir teir stóru skúlarnir í Suðuroynni eina felags verkætlan.
Nú verða tølini borin saman við skúlar norðanfjørðs og umframt konditión er trivnaður nú eisini við í verkætlanini. John Henrik Holm sigur, at skúlar norðanfjørðs hava víst ájhuga fyri at vera við í FIT FIRST-átakinum. Hann nevnir t.d. Tofta skúla og Vestmanna skúla.

























