- Tíðindi, mentan og ítróttur
Knívur á lofti í flogskipararúminum

Eitt flogfar við 180 ferðafólkum, sum var á veg úr Sameindu emirríkjunum til Ísraels í morgun, sendi út neyðarkall, tá tað fleyg yvir Saudiarabia.
Sambært blaðnum Jerusalem Post tóku ferðafólk ræði á flogfarinum, eftir at annar flogskiparin leyp á og stakk hin flogskiparan við knívi.
Blaðið skrivar, at neyðarkall var sent út, eftir at illstøða tók seg upp millum flogskipararnar. Flogfarið mist flogið, sum datt einar 5.000 metrar niður eftir tveimum minuttum.
Ísraelskir myndugleikar viðgera málið sum eitt yvirgangsmál og halda, at ætlanin var at fáa flogfarið at detta niður.
Til alla lukku vóru tveir aðrir flogskiparar millum ferðafólkini, og teir fingu sett flogfarið í eini floghavn í Saudiarabia í øllum góðum.



























