- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvuðspersónarnir í føroyska virkseminum hjá Kabilanetinum
Trýst á myndirnar fyri at lesa um hvønn einstakan
Francis Selemani var stjóri í BGFI bankanum í Kongo. BGFI bankin er størsti bankin í Miðafrika, við deildum í fleiri londum. Hann er eisini fosturbeiggi fyrrverandi forsetan Joseph Kabila. Leikluturin hjá Francis Selemani í CongoHoldup er stórur. Fyrst og fremst á tann hátt, at stolnu pengarnir frá statskassanum í Kongo, fara ígjøgnum BGFI bankan. Skjølini í CongoHoldup vísa, at leiðslan í BGFI bankanum í Kongo falskaði skjøl til sítt egna høvuðssæti, fyri at krógva veruleikan handan ovurhondsstór lán latin til fyritøkuna Egal. Sambært varskógvaranum, Jean Jaqcues Lumumba, sum áður hevur verið deildarleiðari í BGFI bankanum í Kongo, var tað júst Selemani, sum bað hann falska skjølini. Selemani og kona hansara hava eisini fingið fleiri milliónir ólógliga frá statskassanum í Kongo (sí congoholdup.com)
Við belgiskum/kongolesiskum statsborgaraskapi er Alain Wan ein av tættu samstarvsfeløgunum hjá Joseph Kabila. Hann sat sjálvur sum varastjóri í Egal, sum hevur rænt hundraðtals milliónir frá kongolesiska tjóðbankanum. Tað er eisini hann, sum tekur stig til føroyska virksemið hjá Kabilanetinum. Millum sín hava hann og Marc Piedboeuf rikið fleiri av fyritøkunum við tøttum tilknýti til ella sum eru beinleiðis ogn hjá Joseph Kabila. Tað er Wan familjan, sum eitt nú eigur marglætisskipið Engima XK, sum er skrásett á Marshall oyggjunum, men sum er rikið úr Føroyum. Enigma XK hevur í fleiri ár verið sett í samband við Kabila.
Hann drívur privata garðin hjá Joseph Kabila, og er stjóri í Egal frá tíðliga í 2015, og varastjóri árini frammanundan. Hann og Alain Wan eru saman um fleiri fyritøkur í Kabilanetinum.
Stjóri í Shipping.fo, og tann, sum sambært teldupostum í Congo-Holdup, hevur hond í hanka við virkseminum hjá Kabilanetinum í Føroyum. Shipping.fo rekur eitt nú marglætisskipið Enigma XK, sum Wan familjan eigur, men sum er blivið sett í samband við Joseph Kabila í fleiri ár. Jónas Sigmarsson er skrásettur fundarstjóri á fleiri av ársfrágreiðingunum hjá føroysku fyritøkunum í Kabilanetinum. Hann er eisini stjóri í nýggjum felag, sum Kabilanetið hevur stovnað í Føroyum. Jónas Sigmarsson er eitt kent andlit í shipping vinnuni í Føroyum. Fyrr í ár meldaði Taks eitt mál til løgregluna, fyri virksemið í felagnum Tindhólmur, har Samherji hevur brúkt Tindhólm til at sleppa undan skatt í Namibia. Jónas Sigmarsson var stjóri í Tindhólmi.
Stjóri í Sp/F All Oceans Logistics, og sonur Alain Wan. Andre Wan er stjóri og íblandaður annars í fleiri feløg í Kabilanetinum. Hann er eitt nú stjóri í felagnum á Marshall oyggjunum, sum er skrásett sum eigari av marglætisskipinum Enigma XK. Saman við pápanum Alain Wan og Franck Tshibangu, er hann maðurin handan føroysku feløgini hjá Kabilanetinum.
Fyrr í ár fekk felagskapurin PPLAAF fatur í rúgvismiklum dátuleka, tann størsti higartil á afrikanska meginlandinum, úr afrikanska BGFI-bankanum.
PPLAAF hevur saman við franska tíðindamiðlinum Mediapart og EIC skipað fyri kanningararbeiðinum, sum avdúkar, at fyrrverandi forsetin í Kongo, Joseph Kabila, hevur saman við vinum og skyldfólki brúkt fólksins pengar at byggja sær sítt egna handilsveldi. Ein partur av pengunum fór eisini til Føroya.
Í SAMSTARVI VIÐ
BBC Africa Eye (Bretland)
Bloomberg (USA)
Der Spiegel (Týskland)
De Standaard (Belgia)
Expresso (Portugal)
InfoLibre (Spania)
KvF (Føroyar)
Le Soir (Belgia)
L’Orient le Jour (Libanon)
Mediapart (Frakland)
Nacional (Kroatia)
NRC (Holland)
Politiken (Danmark)
RCIJ (Rumenia)
RFI (Frakland)
The Continent (Suðurafrika)
The Namibian (Namibia)
The Wire (India)
VG (Norra)