Broyta byggisamtykt fyri lidnan bygning

Broyta byggisamtykt fyri lidnan bygning
Sunda Kommuna er nú ferð við at broyta byggisamtyktina fyri grundstykkið, sum hesi húsini eru bygd á
11.03.2024 - 19:25

Hesin íbúðarbygningurin á Lyngvegi 11 við Norðskála er við at vera liðugur. Fýra eigaraíbúðir, sum skulu seljast hvør sær, eru í bygninginum.

Men bygningurin er bygdur í einum øki, har byggisamtyktin sigur, at byggjast kunnu vanlig sethús.

Kortini valdi Sunda Kommuna í august í 2021  at geva byggiloyvi til íbúðarbygningin. Nakað, sum undraði og framvegis undrar grannarnar.

Benadikt Ellingsgaard er nærmasti granni, og tá brýáðið í tann 30. august í 2021 samtykti at geva byggiloyvi, so var tað við teirri treyt, at grannarnir vórðu hoyrdir.

Kommunan sendi Benadikti Ellingsgaard, sum tí einasta í grannalagnum, hoyringskrivið í einum telduposti tann 2. september í 2021. Hann tók eitt prát við hinar grannarnar um málið og svaraði so tann 28. september. 

Men tað nyttaði lítið, tí hann var 12 dagar ov seinur at svara.

Nú, hálvttriðja ár seinni, er aftur hoyring um málið. Nú kunnu allir borgarar í Sunda kommunu siga sína hugsan, um tey halda tað vera rætt at broyta byggisamtyktina, so hon loyvir einum íbúðarbygningi á hesum grundstykkinum.

Benadikt Ellingsgaard hevur sagt sína hugsan, men nú ætla hinir grannarnir eisini at gera vart við seg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809