Síðsta konsertin hjá Kris Kristofferson í Føroyum

Síðsta konsertin hjá Kris Kristofferson í Føroyum
Hóast hann var nógv viknaður, so var tað ein rørandi løta, tá Kris Kristofferson framførdi á G! festivalinum 2017. Hansara síðsta konsert í Føroyum
30.09.2024 - 14:14

Kris Kristofferson gjørdist á sínum ellisárum ein ordiligur Føroyavinur. 

Hann vitjaði tríggjar ferðir her á landi, fyrstu ferð í 2013, síðani í 2016, og so aftur í 2017, tá hann síðstu ferð vitjaði í Føroyum. 

Meðan hann vitjaði í Føroyum, so spældi hann konsertir í Høllini á Hálsi, Norðurlandahúsinum og á G! festivalinum. 

Í sambandi við upptøkurnar til KVF-heimildarfilmin "Millum himmal og helviti", ið snúði seg um G! festivalin í 2017, bleiv konsertin hjá Kris Kristofferson á Sandinum í Syðrugøtu tikin upp. 

Hetta var eisini síðsta konsertin, ið Kris Kristofferson spældi í Føroyum. 

Hóast hann var nógv viknaður, og hann so eyðsæð var vorðin minnisveikur, so var tað ein rørandi løta, tá Kris Kristofferson framførdi saman við Jákup Zachariassen og Benjamin Petersen. Serliga sangurin "Help Me Make It Through the Night" gjørdi inntrykk. 

 

Kris Kristofferson (1936 - 2024)

Kris Kristofferson var føddur í Brownsville, Texas, USA, 22. juni í 1936. 

Hann var eftirkomari av svium, og haðani kom navnið Kristofferson. Abbin Lars Kristoffersson var ættaður úr býnum Nås, men flutti til Amerika í 1905, saman við ommuni hjá Kris, Elin Karolina Johansson, sum var ættað úr býnum Forsvik.

Kris Kristofferson flutti nógv sum barn, tí pápin var í amerikanska herinum.

Sum ungur vildi hann vera rithøvundi og slapp inn á lærda háskúlan Pomona. Tað lá raðið fyri hjá honum, og fekk hann tillutað Rhodes lestrarstuðulin, ið gav atgongd til at lesa á lærda háskúlanum í Oxford í Onglandi. 

Tá Kris Kristofferson var liðugur við lesturin, var trýst á honum frá familjuni at fara upp í herin. Hann so gjørdi, hóast hetta ikki hugaði honum. Hann var millum annað í útisetri í Vesturtýsklandi. 

 

Úr herinum til Nashville

Í 1965 fór Kris Kristofferson úr herinum og flutti til Nashville at royna seg sum sangara og sangskrivara.

Tað gekk so sum so við at fáa gongd á tónleikayrkisleiðina, so Kris Kristofferson mátti taka á seg ymisk fyrifallandi arbeiði, eitt nú gjørdi hann reint í upptøkuhølunum hjá Columbia Recording.

Har hitti hann June Carter, konu Johnny Cash, og gav henni eitt band við sangum, ið hann bað hana geva manninum tað.

Hon so gjørdi, men Johnny Cash lurtaði ongantíð eftir bandinum, men tveitti tað í eina rúgvu við øðrum bondum, hann hevði fingið. 

 

Lendi tyrlu í havanum hjá Cash

Um hetta mundið var Kris Kristofferson eisini tyrluflogskipari í frálandavinnuni í USA. Tá hann ikki hoyrdi aftur frá Cash, so gjørdi Kris Kristofferson hvørt meira ella minni enn at lenda tyrluna í havanum hjá Cash og noyða hann at lurta eftir bandinum. 

Cash dámdi sangin "Sunday Morning Coming Down", og hetta setti av álvara ferð á yrkisleiðina hjá Kris Kristofferson. 

Kris Kristofferson hevur givið út 30 plátur og er kendur fyri sangir sum "Me & Bobby McGee", sum Janis Joplin eisini hevur sungið og givið út, "Help Me Make It Through the Night" og "For The Good Times". 


Mynd:  Ritzau / Scanpix

Kris Kristofferson hevur eisini spælt við í 70 filmum og fekk í 1977 eina Golden Globe fyri besta sjónleikara-avrik í leiklutinum í filminum "A Star Is Born", har hann spældi saman við Barbaru Streisand. 

Kelda: Um Kris Kristofferson á Wikipedia
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. oktober
Morgunlestur leygardagur 12. oktober 2024
181860
Leygardag 12. oktober
Upp á tá - 111024
181999
Leygardag 12. oktober
Jambalaja - 121024
181996
Leygardag 12. oktober
Vikan 12. oktober 2024
181988
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 12. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2) - teknmálstulkað
181995
Leygardag 12. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
181981
Leygardag 12. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181978
Fríggjadag 11. oktober
Veðrið
181956