Samstarvið við Russland aftur á breddan

Samstarvið við Russland aftur á breddan
Nú stundar til, at fiskiveiðisamstarvið við Russland skal leingjast ella ikki. Liljan Weihe tingkvinna í Tjóðveldi, er framvegis harðliga ímóti at leingja samstarvið
11.10.2024 - 19:25

Fram móti ársenda í fjør varð nýggjur fiskiveiðisáttmáli millum Føroyar og Russland gjørdur fyri eitt ár. Tað merkir, at sáttmálin skjótt gongur út, og nýggjur sáttmáli skal gerast.

Ella ikki. Tí enn sum áður er ein stórur partur av samgonguni ímóti at hava nakað fiskiveiðisamstarv við Russland.

Í fjør valdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, at leingja samstarvið, tí tað sambært honum var ein meiriluti fyri tí í øllum Løgtinginum, hóast hansara egni flokkur og eisini partar av hinum samgonguflokkunum vóru ímóti tí.

Ein av teimum, sum hevur talað harðast ímóti fiskiveiðisamstarvinum við Russland, er Liljan Weihe, limur í uttanlandsnevndini. Hon hevur ikki broytt støðu síðan í fjør.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542