NM í vektlyfting: Nú skulu vit fáa orkestrið at spæla

NM í vektlyfting: Nú skulu vit fáa orkestrið at spæla
Styrkisamband Føroya hevur úr at gera við at fyrireika stóru NM-kappingina í olympiskari vektlyfting, men nú er tíðin komin til at gleðast og gleða seg, sigur Heini Hátun
15.10.2024 - 10:00

 - Nú skulu vit gleðast. Nú skulu vit fáa orkestrið at spæla.

Tað segði formaðurin í Styrkisambandi Føroya, Heini Hátun, nú fyrireikingarnar til Norðurlandakappingina í olympiskari vektlyfting eru í hæddini.

Um vikuskiftið skulu knapt 80 lyftarar úr øllum Norðurlondum kappast í Bylgjuni í Runavík.

 - Tey hava so góðar umstøður. Gólvið í hallunum skal halda til tað trýstið, sum er. Onkur lyftir kanska 200 kilo uppum høvd. Tað liggur væl í landinum. Tey kunnu koma norðanífrá, tey kunnu koma úr Havn, segði Heini Hátún.

SÍ EISINI: Gleða seg at lyfta um Norðurlandameistaraheitini í Føroyum

Kappingin er hørð. Fleiri av norðurlendsku luttakarunum hava longu gjørt um seg á altjóða pallinum og hava vunnið heiðursmerki við bæði EM og HM.

Heini Hátún tippar, at føroysku íðkararnir vinna tvey heiðursmerki.

 - Vit eru sjey, sum eru við, og vit hava veldugt potentiali, um vit sleppa at arbeiða leingi. Beint nú? Kanska tvær medaljur, segði Heini Hátún.

Føroysku lyftararnir eru Jenny Persson, Maibrit Reynheim Petersen, Julia Tormansdóttir Jacobsen, Pól Hendrikur Andreasen, Niels Áki Mørk, Leif á Bøgarði og Sofus Bech.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542