SF25: "Vit vilja heldur gleða gestirnar enn ummælararnar"

SF25: "Vit vilja heldur gleða gestirnar enn ummælararnar"
Tað er meira umráðandi fyri Erik Biskupstø, fyriskipara av Summarfestivalinum, at festivalgestirnir eru nøgdir við skránna, enn at ummælararnir eru tað
07.08.2025 - 08:00

Erik Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, er ikki samdur í, at tað forpliktar at borðreiða við betri og fleiri útlendskum nøvnum, tá mann hevur landsins størsta pall og áhoyrarafjøld á Vágsbøi. 

"Um vit kunnu fáa fólkini við og Una Leitisstein Hansen, ummælarar, ímóti okkum, so velji eg heldur tað enn øvut, at fáa fólkini ímóti okkum, og Una Leitisstein er nøgdur," staðfestir Erki Biskupstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, eitt sindur speirekandi. 

 

Sum at sletta vatn á gás

Í greinini "SF25: 10 ting tú mást hoyra á Summarfestivalin" her á síðuni verður róð framundir, at útlendski parturin av ársins Summarfestival skrá er heldur soltin.

Tað eru bara trý útlendsk nøvn á Summarfestival skránni, og í ár eru tey ein útbrótarabólkur frá UB40 við einum fyrrverandi sangara á odda, donsku Nik & Jay, ið hava spælt í Føroyum rættiliga ofta, og so ein eysturríkari hvørs claim to fame er, at hann hevur endurinnspælt Neil Diamond-sangin "Sweet Caroline" frá 1969 og "Hey! Baby" hjá Bruce Channel frá 1961.

Atfinningarnar eru sum at sletta vatn á gás. 

"Vit smæðast als ikki við skránna, og vit halda eisini tað at undirtøkan vísir tað, at fólk eru øgiliga væl nøgd við skránna. Men vit fáa ikki altíð ummælararnar við okkum, men tað ger einki soleingi vit hava fólkið við," er aftursvarið frá Erik Biskupstø, fyriskiparar. 

 

SÍ EISINI: Erik Biskupstø: "Vit eru væl nøgd við ársins Summarfestival skrá"

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572