Alex og Tórur skutu best

Alex og Tórur skutu best
Alex Johannesen og Tórur Fløtt vunnu føroyameistaraheitini í OL-trap og OL-skeet, tá skotið var á Sandvíkum um vikuskiftið
01.09.2025 - 11:46

Alex Johannesen úr Eysturskoti var bestur, tá kappast var um FM í OL-trap um vikuskiftið.

Kappingin var spennandi, og skjúttarnir skiftust um at vera fremstir, til bert Alex Johannesen og Finn Ludvig úr Veiðifelagnum Byrsumúla vóru eftir.

Endin var, at maðurin úr Eysturskoti vann sítt fyrsta meistaraheiti í OL-trap síðan 2022. Johnhard Klettheyggj endaði á 3. plássi, frammanfyri meistaran frá í fjør, Esmar Joensen, sum mátti taka til takkar við 4. plássi í ár.

 

Tórur Fløtt saknaði Marius Joensen

FM-vinnarin í fjør Marius Joensen skeyt ikki í FM-kappingini í ár, og tí var liðfelagin úr Sunda Byrsufelag Tórur Fløtt stórfavorittur í OL-skeet. 

Tað livdi hann væl og virðiliga upp til á Sandvíkum og vann heili 10 dúgvur frammanfyri Pól Jóhannus Smith Jensen á 2. plássi, meðan Leivur Joensen endaði nummar trý.

Les meir um kappingina her:

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775