Borgarstjórar standa spyrjandi

Borgarstjórar standa spyrjandi
Vága- og Fuglafjarðar kommuna høvdu eina avtalu at hýsa bæði innandura flogbólti og sandflogbólti á Oyggjaleikunum í Føroyum, men í farnu viku broytti Oyggjaleikanevndin ætlan
25.09.2025 - 19:25

Tá tað gjørdist greitt, at Føroyar skuldu hýsa Oyggjaleikunum í 2027, so servaði Flogbóltssambandið eitt tilboð til fýra kommunur, um at hýsa bæði innandura flogbólti og sandflogbólti.

Fuglafjarðar kommuna og Vága kommuna móttóku servuna, umhugsaðu tilboðið og smassjaðu eina avgerð á borðið hjá Flogbóltssambandinum, at tær vildu vera við í samlaða pakkanum.

Men í farnu viku valdi Oyggjaleikanevndin at blokkera hesi ætlan, og tí standa bæði Vága-, Fuglafjarðar kommuna og Flogbóltssambandið spyrjandi.

Kommununar hava longu gjørt íløgur upp á lyftið at hýsa bæði innandura flogbólti og sandflogbólti, men nú hongur alt í leysum lofti.

Kommununar og Flogbóltssambandið undrast eisini yvir, hvussu Oyggjaleikanevndin hevur samskift í hesum málinum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086