Venjarin: Manglandi royndirnar sóust eftir steðgin

Venjarin: Manglandi royndirnar sóust eftir steðgin
Føroysku hondbóltskvinnurnar spældu ein frálíkan 1. hálvleiki ímóti krútsterka Montenegro, men manglandi royndirnar hjá Føroyum kostaðu eftir steðgin, segði Claus Mogensen
18.10.2025 - 22:00

Manglandi royndirnar hjá unga føroyska hondbóltslandsliðnum við kvinnum kom til sjóndar í seinna hálvleiki ímóti Montenegro, helt venjarin Claus Mogensen.

 - Eftir steðgin líktust vit tí, sum vit eru í mun til Montenegro; óroyndar. Tær revsa okkara mistøk við ekstremari kynismu, meðan vit hava brúk fyri meir kjansum fyri at skora okkara mál, og tað iðra vit okkum um, segði Claus Mogensen eftir dystin.

Føroyar komu annars sera væl frá byrjan við Tjarnir. Álopsspælið fleyt væl, meðan Rakul Wardum vísti satt stórspæl í føroyska málinum. Tað gekk eitt sindur upp og niður, men við sjey ímóti seks-spælið seinna korterið eydnaðist at koma til hálvleiks á jøvnum.

Eftir steðgin kom stígur í beinan vegin. Útiliðið vann sær eina leiðslu, sum tær ongantíð sleptu aftur. Síðsta korterið av dystinum handlaði fyri so vítt um at avmarka tapið so nógv, sum gjørligt.

 - Nú hava vit roynt at spælt ímóti  einum av sterkastu strikuspælarunum í heiminum, og hon kravdi sítt. Eitt er at tosa um tað og royna at venja og fyrireika seg til tað, men tá tú so stendur har, og hon vigar 30 kilo meir enn tað, tú ert von við, dugir framúr væl at flyta seg, og Matea Pletikosic dugir so væl at finna hana við bóltum, so varð tað torført hjá okkum, ásannaði venjarin, sum kortini er væl nøgdur við tey tvey stigini, sum tað eydnaðist at fáa á úivølli ímóti Íslandi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334