Hava barst fyri at koma so langt

Hava barst fyri at koma so langt
Súna Krossteig Hansen var rørd eftir stóra sigurin á Spania í Trier. - Vit hava kempa leingi fyri at koma her til, og eg eri bara ræðuliga stolt av okkara avriki, segði hon
28.11.2025 - 23:11

Súna Krossteig Hansen var rørd eftir HM-sigurin á Spania í Trier fríggjakvøldið.

 - Hetta er ordiliga stórt. Vit hava kempa leingi fyri at koma her til, sum vit eru í dag, so eg eri bara ræðuliga stolt av okkara avrikið, segði bakspælarin, sum gav alt hon átti í dystinum móti stóru spaniólunum.

Tað hevur hon eisini alla orsøk til at vera. Málið hjá føroyingunum var at spæla sínar bestu dystir higartil undir HM, og at blíva betri fyri hvønn dyst. Tað hava tær megna væl og virðiliga.

Eftir tepra tapið fyri Montenegro, eydnaðist at søkkja sponsku armaduna við einum frálíkum innsatsi í seinna hálvleiki serliga.

 - Tað var ekstremt fysiskt hart. Tað merkist, at vit hava spælt ein øgiliga harðan dyst frammanundan ímóti Montenegro, og tað føldist eitt sindur í beinunum at byrja við, men tað hjálpti ræðuliga nógv, at vit hava so góðar áskoðarar at lyfta okkum upp, tá vit vóru eitt, tvey og trý mál aftanfyri. Tað vísir bara eina øgiliga mentala styrki, at vit blíva við at kempa, og tað er tað, vit vinna upp á í dag, segði Súna Krossteig Hansen.

Rakul Wardum átti sín stóra lut í sigrinum við stórspæli í føroyska málinum, men føroyska bakketan spældi eisini ein frálíkan seinna hálvleik, har millum annað Súna Krossteig Hansen setti spaniólarnar fleiri ferðir við flottum fintum.

 - Kanska eg verði sett í fleiri duellstøður, har eg eri góð. Har vit gera hvørja aðra eitt sindur betri. Vit vóru kanska eitt sindur nervøsar at byrja við, og sleppa ikki bóltinum til rætta tíð, og spæla kanska ikki líka nógv fyri hvørja aðra, sum vit gera í seinna hálvleiki, og tað ger munin, segði bakspælarin, sum skeyt fýra mál upp á átta skotroyndir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514