H71 meistari: Dreingjadreymurin gjørdist veruleiki

H71 meistari: Dreingjadreymurin gjørdist veruleiki
Hetta havi eg droymt um, síðan eg var heilt lítil, segði Boas Ellefsen á Skipagøtu, meðan Høgni Heinason fegnaðist um, at tað eydnaðist at basa Kyndli í FM-finalunum hesa ferð
27.04.2026 - 18:09

Meistaraheitið hjá H71 var ein dreingjadreymur, sum gjørdist veruleiki, fyri blaðunga Boas E. á Skipagøtu.

 - Eg havi droymt um hetta, síðan eg var heilt lítil og stóð uppi í "black army", so hetta er heilt for****** skeg, segði unga stjørnuskotið, sum við níggju málum spældi ein týðandi leiklut í triðju og avgerandi FM-finaluni ímóti Kyndli um vikuskiftið.

Í fjør eydnaðist júst Kyndli at vinna á H71 í finalurøðini, sum tá kravdi fimm dystir. Júst tí var hetta meistaraheitið so gott, helt Høgni Heinason.

 - FM er tað størsta, man kann vinna í Føroyum, so tað er absolutt tað, sum vit hava arbeitt harðast fyri, og at vit vinna tað ímóti Kyndli, sum vit taptu fyri í fjør, ger tað eyka feitt, segði stinni bakspælarin, sum var ársins spælari í fjør.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392