Atlantic Airways byrjar New York-flúgving í vár

Atlantic Airways byrjar New York-flúgving í vár
Tað verður einaferð í vár, at Atlantsflog fer at byrja flúgvingina ímillum Føroyar og amerikanska býin New York
Stjórin í Atlantic Airways váttar fyri forbes.com, at flúgvingin til New York byrjar á vári komandi ár
 
01.12.2019 - 16:18

Tað váttar Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, fyri miðlinum Forbes.

Tað hevur verið tosað um, at Atlantsflog skal flúgva til amerikanska stórbýin, men enn hevur Atlantsflog ikki sagt nær flúgvingin byrjar, ella um endaligu loyvini eru fingin til vega.

– Hetta eru stórtíðindi fyri okkum, sigur Johanna á Bergi við forbes.com.

Flúgvingin millum Føroyar og New York er møgulig nú fyri fyrstu ferð, tí nú hevur Atlantsflog flogfør í flotanum, sum megna at flúgva langa teinin beinleiðis.

Forbes skrivar, at hóast áhugin fyri Føroyum er vaksandi, so fer tað helst at hava stóra ávirkan á ferðavinnuna í Føroyum, tá ið fólk í New York fara at síggja lýsingar fyri beinleiðis flogferðum til Føroya, og helst kann tað lata upp fyri, at alsamt fleiri fólk fara at velja Føroyar til sum ferðafólkaland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938