Ein stór kreppa kann vera á veg

Ein stór kreppa kann vera á veg
Tað sigur stjórin í Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, Kristalina Georgieva
IMF í Washington.
 
18.01.2020 - 15:08


Ein nýggj alheims búskaparkreppa kann vera á veg.

Tað sigur stjórin í Altjóða gjaldoyragrunninum, IMF, Kristalina Georgieva.

Tað er minni enn eitt hálvt ár síðani, at bulgarska kvinnan setti seg í stjórastólin hjá Altjóða gjaldoyragrunninum, og nú rópar hon longu varskó.

Undir einari røðu á Peterson Institute of International Economics í Washington ávaraði hon í gjár um, at heimsbúskapurin er í vanda fyri at verða raktur av einari kreppu, ið kann sammetast við búskaparligu heimskreppuna í 1929.

Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian.

Kristalina Georgieva stiðjar seg til nýggja gransking hjá Altjóða gjaldoyragrunninum. Tann granskingin samanber búskaparligu støðuna í heiminum beint nú við kreppuna í 1929, sum førdi við sær eina altjóða búskaparkreppu, og sum vísir, at eitt líknandi rák kann vera á veg.

Stjórin í Altjóða gjaldoyragrunninum vendir millum annað eyguni móti Stóra Bretlandi og ójavnvágina innan fyri landamørkini. Tí ímeðan ójavnvágin í londum er blivin minni og minni tvey tey seinastu áratíggjuni, er ójavnvágin í Bretlandi bara blivin størri.

Rík og fátæk

- Í Stóra Bretlandi eiga tíggju prosent av fólkunum til dømis líka so nógv, sum tey fátækastu 50 prosentini. Og soleiðis er støðan eisini yvirskipað í øllum OECD-londunum, har ójavnvág í inntøkum og ognum seta nýggj met

Tað segði Georgieva millum annað í røðuni, og hon legði afturat:

- Hetta er uppá fleiri mátar órógvandi og minnir um heimskreppuna í byrjanini av 20. øld, sum førdi við sær eina búskaparliga vanlukku, sigur stjórin í Altjóða gjaldoyragrunninum.

Kristalina Georgieva ávaraði eisini um, at nýggjar dagsskráir sum veðurlagskreppan merkja, at tey næstu 10 árini mest sannlíkt verða merkt av samfelagsligari órógv á fíggjarmarknaðinum. Hon spáar, at vaksandi óvissan kemur at seta sín týðiliga dám á áratíggju, sum júst er byrjað.

Harumframt undirstrikaði hon, at tað hevur stóran týdning, at ábyrgdin hjá fíggjarheiminum ikki verður gloymd, tá tað kemur til ójavna.

Tí hóast heimsbúskapurin er komin fyri seg eftir fíggjarkreppuna í 2008, er kreppan fyri nógv ung í Evropa ongantíð endað, her ein av fýra er í vanda fyri at enda í fátækradømi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990