Einki óvæntað fyrsta dagin í ríkisrættarmálinum

Einki óvæntað fyrsta dagin í ríkisrættarmálinum
Fyrsti dagurin í ríkisrættarmálinum ímóti Donaldi Trump, forseta, gekk sum væntað
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
22.01.2020 - 07:18

Senatið er karmur um málið, og har hava republikanararnir meirilutan, 53 ímoti 47. Og tí vóru uppskotini frá demokratunum feld, eitt fyri og annað eftir.

Uppskot vóru millum annað um, at Hvítu Húsini skulu lata senatinum teldupostar og onnur skjøl, men øll vórðu feld, og tað hendi við øllum uppskotunum hjá demokratunum.

Hóast øll uppskotini hjá demokratunum vórðu feld, so merkir tað ikki at eingi vitni og prógv verða løgd fram, skrivar DR.

Flokkarnir eru langt frá hvørjum øðrum

Hetta hevur við sær, at fleiri vikur kunnu ganga, til demokratarnir fáa ein nýggjan møguleika at biðja um at fáa vitni fyri rættin, sigur Steffen Kretz, tíðindamaður hjá DR.

Fyrsti dagurin prógvaði, hvussu langt flokkarnir standa frá hvørjum øðrum; republikanararnir vilja hava málið avgreitt sum skjótast, við at fella øll uppskot, meðan demokratarnir vilja hava ríkisrættarmálið at vara sum longst.

Ríkisrættarmálið ímóti Clinton, forseta, vardi í fimm vikur, men tá kundu flokkarnir tosa saman um ymiskt, men nú tykist at vera ringt at fáa republikanararnar og demokratarnar at semjast um nakað sum helst.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858