WHO: Ov tíðliga at koma við niðurstøðum

WHO: Ov tíðliga at koma við niðurstøðum
Vitanin um virussjúkuna, sum er staðfest í Kina, og sum hevur breitt seg til fleiri lond, er avmarkað, er niðurstøðan eftir fund í gjár
Tað er avmarkað, hvat Heimsheilsustovnurin veit um virussjúkuna, ið er staðfest í Kina, og sum nú eisini hevur breitt seg til onnur lond
Mynd: AP  
 
23.01.2020 - 07:46

Heimsheilsustovnurin, WHO, kom ikki við nakrari niðurstøðu eftir fundin, sum stovnurin hevði um virussjúkuna, sum er staðfest í Kina, og sum hevur breitt seg til nøkur lond.

– Vit vita ov lítið um virusið, til at gera nakra niðurstøðu. Tað sigur ein talsmaður fyri heimsheilsustovnin, World Health Organization.

Virusið varð staðfest í Wuhan í Kina 31. desember, og síðani tá eru 17 fólk deyð, og millum 400 og 500 fólk eru sjúk. Virusið hevur í minni mun breitt seg til Tailand, Japan, Taivan, Suðurkorea og USA.

 >> SÍ EISINI Nýtt virus breiðir seg til onnur lond

Tí eru boð givin um, at fólk í Wuhan ikki mugu fara úr býnum, og í dag eru bæðu flogferðir og jarnbreytaferðslan til og úr býnum steðgað.

16 serfrøðingar eru boðsendir av Heimsheilsustovninum til at fáa greiðu á, hvat fyri virus talan er um, men teir kundu eftir fundin í gjár ikki koma við nøkrum greiðum svari.

Tí fer Heimsheilsustovnurin, WHO, aftur at hava fund í dag, fyri at royna at fáa greiðu á støðuni, sigur formaðurin fyri Heimsheilsustovnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040