Tórsvøllur brúkast alt árið

Tórsvøllur brúkast alt árið
Fjarhiti skal gera, at Tórsvøllur kann brúkast alt árið, eisini, tá frost er
Nýtt graslíki skal á Tórsvøll. Vøllurin fer skjótt at missa góðkenningarnar
 
23.01.2020 - 08:17

Tórshavnar kommuna sigur, at herfyri varð ein landsdystur á Tórsvølli avlýstur, tí frost var á vøllinum. Hitarør til fjarhita eru nú løgd í vøllin.

Nýtt graslíki skal á Tórsvøll, Ovara vøll, Niðara vøll í Gundadali og á vøllin inni í Vika á Argjum. Á Argjum verður graslíkið skift í 2022, og tá verða nýggj ljós eisini sett upp har. Tað ætlar býráðið í Havn.

Missa skjótt altjóða góðkeinningarnar

Á býráðsfundinum um eina viku verður graslíkið á Tórsvølli og Ovara vølli viðgjørt. Teir fara skjótt at missa góðkenningarnar, sum krevjast fyri at hava altjóða dystir.

Nýggj sprinklaraskipan skal í Ovara vøll, og nýggj ljósskipan verður liðug næsta ár. Ætlanin er eisini at útvega nýggjar talgildar máltalvur bæði á Tórsvølli og á Ovara vølli. Í fjør varð Svimjihøllin bundin í fjarhitaskipanina. 

Bygningarnir á Tórsvølli eru eisini bundnir í fjarhita, og ætlanin er nú at knýta FIMI og aðrar bygningar í Gundadali í fjarhitaskipanina, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730