Umsetningurin hjá FSF omanfyri 50 milliónir

Umsetningurin hjá FSF omanfyri 50 milliónir
Avlopið í fjør var 650.000 krónur, og eginognin er nú 31,5 milliónir, upplýsir FSF-forsetin Christian Andreasen fyri aðalfundinum
FSF-forsetin Christian Ándreasen kunnaði í gjár aðalfundin um støðuna í føroyskum fóltbólti
 
16.02.2020 - 11:41

Fótbóltssambandið hevði 650.000 krónur í yvirskoti í fjør.

Samlaðu inntøkurnar hjá FSF í fjør vóru góðar 51,6 milliónir, og útreiðslurnar smáar 51 milliónir.

Tað staðfesti Christian Andreasen, FSF-forseti, í síni formansfrágreiðing á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum í gjár.

Eginognin hjá FSF er nú 31,5 milliónir krónur.

Í formansfrágreiðingini upplýsir Christian Andreasen, at stóra útbyggingin av Tórsvølli verður liðug 21. februar næsta ár.

Arbeiðið, sum nú verður gjørt við vesturskýlinum, er síðsti liður í, at Tórsvøllur skal røkka ásetingini fyri leikvøllir til altjóða landsdystir. Tað er tann sonevnda "category 4".

Hetta arbeiði kostar 144 millionir krónur. Av hesum rindar Tórshavnar kommuna 63 milliónir, evropeiska og altjóða fótbóltsambondini UEFA og FIFA rinda tilsamans góðar 70 milliónir og Fótbóltssambandi sjálvt smáar 11 milliónir.

Í formansfrágreiðingini upplýsir FSF-forsetin, at tá Tórsvøllur er liðugt útbygdur, hevur samlaða útbyggingin kostað umleið 270 milliónir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329