Leggja saudiarabarar undir drápið

Leggja saudiarabarar undir drápið
Saudiarabia sigur, at teir seku er revsaðir, men Turkaland hevur nú skuldsett 20 menn fyri at hava dripið andstøðingin
Jamal Khashoggi, sum varð dripin á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í 2018
 
25.03.2020 - 11:10

Turkaland skuldsetur 20 saudiarabarar fyri at hava dripið journalistin og andstøðingin, Jamal Khashoggi. 

Khashoggi varð lokkaður inn á saudiarabiska konsulátið í Istanbul, har ein saudiarbiskur bólkur drap hann í oktober 2018.

Saudiarabia sigur, at teir seku eru revsaðir, men turkiska ákæruvaldið hevur nú skuldsett 20 menn, sum eru undir illgruna fyri at hava verið við til at fremja drápið.

Ein av teimum skuldsettu er næstformaðurin fyri fregnartænastuna í Saudiarabia, Ahmed al-Assiri, og samskiftisstjórin hjá saudiarabisku kongshúskinumi, Saud al-Qahtani. Teir eru skuldsettir fyri at hava staðið á odda fyri atsóknini.

Niðurstøðan hjá amerikonsku fregnartænastuni er, at tað var Mohammed bin Salman, krúnprinsur, sum gav boð um at drepa Khashoggi. 

Hesum hevur hann víst aftur, men hann hevur samstundis tikið flutta ábyrgd av drápinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751