Søla av veiðirættindum skattast harðari

Søla av veiðirættindum skattast harðari
Serskatturin skal vera 50 prosent og ikki 35, tá partafeløg selja veiðirættindi, og tá virðisbrøv verða seld
 
23.06.2020 - 06:27

Men serskatturin skal vera 35 prosent, sum hann er í lógaruppskotinum, tá einstaklingar selja.

Hetta er ein av broytingunum, sum meirilutin í Fíggjarnevndini, samgongumenninir Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen í Sjálvstýri, hevur um lógaruppskotið um at skatta vinning, tá veiðirættindi verða seld.

Álitið hjá Fíggjarnevndini kom í gjár. Onnur viðgerð verður í morgin. Meirilutin í Fíggjanevndini sigur, at ansast má eftir, at skattingin ikki verður so høg, at hon fer at forða fyri, at rættindi verða seld og soleiðis forða fyri dynamikki í vinnuni. 

Minnilutin mælir staðiliga frá

Meirilutin sigur, at sambært lógaruppskotinum skulu feløg, sum selja, hava rætt at draga goldnan serskatt frá, tá vanliga skattskyldan verður gjørd upp. 

Men hetta skal broytast soleiðis, at feløg fáa ein frádrátt í sjálvum felagsskattinum svarandi til 18 prosent av nettovinninginum frá søluni.

 >> SÍ EISINI Serskattur uppá 35 prosent

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, Kristina Háfoss í Tjóðveldi og Ruth Vang í Framsókn, mælir staðiliga til at fella uppskotið.

Minnilutin staðfestir, at lógaruppskotið er als ikki búgvið at seta í verk og kann verða til skaða fyri fiskivinnuna og føroyska samfelagið. Minnilutin mælir tí landsstýrinum til at taka málið aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025