ST-felagsskapur fær friðarheiðurslønina í ár

ST-felagsskapur fær friðarheiðurslønina í ár
211 fólk og 107 felagsskapir vóru í uppskoti at fáa Nobel-friðarheiðurslønina í ár
Berit Reiss-Andersen er forkvinna í Nobel-nevndini
 
09.10.2020 - 13:19

ST-matvørufelagsskapurin, WFP, fær Nobel-friðarheiðurslønina í ár.

Tað kunngjørdi forkvinnan í Nobel-nevndini, Berit Reiss-Andersen, fyrrapartin.

WFP er felagsskapur undir ST, sum varð stovnaður í 1963. Hann er heimsins størsti hjálparfelagsskapur.

Felagsskapurin fær friðarheiðurslønina fyri stríð sítt ímóti hungri, og fyri at stuðla upp undir friðarligar loysnir í økjum. har ófriður valdar.

- Sambandið millum hungur og kríggj er ein ónd ringrás, tí hungur verður ofta verður nýtt sum vápn í ósemjum, segði Berit Reiss-Andersen, tá hon kunngjørdi, hvør fær friðarheiðurslønina í ár.

Nobel-nevndin fekk tilsamans 318 uppskot, 211 fólk og 107 felagsskapir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563