Øll skulu vera við í vaksnamannalæru

Øll skulu vera við í vaksnamannalæru
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Honnu Jensen í Framsókn
Hanna Jensen í Framsókn hevur fingið svar frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni, um vaksnamannalæru
 
26.10.2020 - 09:08

Umráðandi er, at øll eru við, tá lógin um vaksnamannalæru verður gjørd.

Tætt samstarv eigur at vera millum arbeiðsgevarar, fakfeløg og almennar stovnar, sum í dag arbeiða við fólkum, sum hava tørv á ella vilja menna seg og fáa sínar førleikar dagførdar.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, løgtingskvinnu.

Vaksin og tilkomin hava møguleika longu nú at taka útbúgving og førleikamenna seg í vinnuskúlunum og miðnámsskúlunum og á Fróðskaparsetrinum. 

Arbeiða á ymsan hátt

Arbeitt verður við vaksnamannaútbúgving á ymsan hátt, stendur í svarinum. 

Lógin um førleikameting frá 2014 og kunngerðin frá 2018 geva vaksnum møguleikan at fáa sær prógv í yrkinum, tey eru í, og verða førleikamett, so útbúgvingartíðin hjá teimum styttist. 

Ein vegleiðingarstova er komin, sum vegleiðir tey, sum vilja styrkja støðu sína á arbeiðsmarknaðinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358