Avtala um Føroyar-USA samstarv skjótt undirskrivað

Avtala um Føroyar-USA samstarv skjótt undirskrivað
Amerikonsk og føroysk embætisfólk hava síðani í summar arbeitt við einari samstarvsavtalu millum londini bæði
 
27.10.2020 - 06:22

Uppskotið er nú liðugt, og beint fyri døgurða í dag fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um felagsyvirlýsing millum Føroyar og sambandsríkið Amerika.

Hugskotið um samstarvsavtaluna er føroyskt, og tá amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, var í Føroyum í juni, nevndi Jenis av Rana hugskotið.

Avtalan undirskrivast um góðar tvær vikur

Carla Sands tók undir við hugskotnum, og seinni í summar, tá Jenis av Rana hitti amerikanska uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, í Keypmannahavn, tók eisini hann undir við hugskotinum um eina samstarvsavtalu á politiskum stigi.

Nú er so gjørt eitt samstarvsskjal um øll hugsandi øki, sum Jenis av Rana tekur til. Og 12. november kemur ein amerikanskur varauttanríkisráðharri til Føroya at undirskriva skjalið.

Sambært stýriskipanarlógini skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn avgerðir verða tiknar, sum hava stóran uttanlandspolitiskan týdning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781