Kemur ikki aftur úr nevnd í ár

Kemur ikki aftur úr nevnd í ár
Uppskotið um at javnseta samkynd foreldur við hinskynd um at fáa barsilspening er enn í Vinnunevndini
Bjørt Samuelsen er forkvinna í Vinnunevndini
 
15.12.2020 - 09:52

Álitið um uppskotið hjá átta tinglimum úr andstøðuni um at javnseta møguleikan hjá samkyndum foreldrum at fáa barsilspening við møguleikan hjá hinskyndum kemur ikki úr Vinnunevndini í ár.

Vinnunevndin hevði fund í gjár og hevur ikki fund aftur í ár.

Men uppskotið verður avgreitt á fyrsta fundinum hjá nevndini næsta ár. Hann verður fyrrapartin í januar, sigur Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini.

Onkur innkalling skal gerast, áðrenn álit verður skrivað.

Vinnunevndin hevur havt málið síðani 17.november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938