Vilja hava hjálp frá norska statinum

bannari
Vilja hava hjálp frá norska statinum
Fleiri strandabýir í Noregi biða statin um hjálp, tí russiskir trolarar við koronu-smittaðari manning umborð koma til bryggju
Russiski trolarin, Vityaz, við bryggju í Kirkenes
Mynd: nrk  
 
25.12.2020 - 18:19

Kanningarstovurnar eru undir stórum trýsti, skrivar norska kringvaprið, NRK.

Seinastu vikurnar hevur smittuverndin fingið avbjóðingar í eitt nú Bergen, Tromsø og Sør-Varanger, tí russiskir trolarar eru komnir inn.

Sør-Varanger-kommuna skrivar í tíðindaskrivi, at á tollaksmessu lá russiski trolarin, Vityaz, við bryggju í Kirkenes. Tey 34 umborð vórðu kannað henda dagin og ein hevur fingið staðfest koronu. 

Drude Bratlien, smittuverndarlækni, sigur við NRK, at illgruni er um, at fleiri av manningini eru smittað umborð. 

Manning smittað

Reiðaríið í Murmansk, Nord Pilgrim, eigur trolaran.Og tað sama reiðarí, sum eigur trolaran, Obelay, sum 5. oktober kom inn á Tromsø, og umborð vóru 24 av 34 umborð smittað.

Fyrst í hesum mánaðinum lógu tríggir russiskir trolarar við bryggju í Sula í Sunnmøre. Har vóru tilsamans 44 fólk smittað.

Okkurt má gerast

Virkandi borgarstjórin í Sør-Vanger kommunu, Pål Gabrielsen, er stúrin.

- Heldur hetta fram, og staturin einki ger, so kunnu vit fáa stórar trupulleikar. Vit kunnu ikki standa og hyggja at hesi gongdini, og einki gera, sigur varaborgarstjórin.

Kommunan hevur eitt smittu-gistingarhús, men har er avmarkað pláss.

- Vit hava so dánt umstøður at taka í móti okkara egnu íbúgvum. Nú má staturin gera nakað, sigur virkandi borgarstjórin í SørVanger, við norska kringvaprið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk: Andy Scott um Reincarnation
207339
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786