Koppingarevnið komið til Danmarkar

bannari
Koppingarevnið komið til Danmarkar
Fyrstu skamtarnir við koronakoppingarevninum komu til Danmarkar í nátt.
 
26.12.2020 - 12:32

Tíðliga í morgun kom ein lastibilur við løgregluverju til Statens Serum Institut í Keypmannahavn. Við lastbilinum komu fyrstu skamtarnir av koppingarevninum móti korona, sum fyritøkurnar Pfizer og Biontech hava ment, til Danmarkar. 

Við DR sigur fakligi stjórin á Statens Serums Institut, at hetta er ein stór løta. Nú hava vit verið í koronastøðuni í meginpartin av einum ári, men nú er tað ljós í endanum av tunlinum, sigur Anne-Marie Vangsted, fakligur stjóri á Statens Serums Institut við DR. 

9750 skamtar av koppingarevninum eru komnir til Danmarkar í nátt, og fyrst skal Statens Serums Institut eftirkannað koppingarevni og síðani verður tað koyrt út til tey ymsu økini. Komandi vikuna koma 40.000 skamtar aftrat til Danmarkar og eftir tað verður væntað, at 48.000 skamtar koma vikuliga til Danmarkar. 

Meðan fyrstu skamtarnir komu til Danmarkar í nátt, er eingin komin til Føroya enn. Heilsumálaráðið boðið tollaksmessudag frá, at teir 4800 skamtarnir, sum eru teir fyrst at koma til Føroya, ikki koma í dag eins og ætlað, men heldur leypandi komandi vikurnar. Tí væntar Heilsumálaráðið, at fyrsti føroyingurin verður koppsettur móti korona fyrst í nýggja árinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523