Mælir frá at leingja afturgjaldstíðina

Mælir frá at leingja afturgjaldstíðina
Tunnilsfelagið hevur mett, at eingir fyrmunir eru at broyta lánstreytirnar í láninum, sum er tikið til Eystur- og Sandoyartunlarnar
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, heldur ikki, at tað er skilagott at leingja afturgjaldstíðina av láninum hjá tunnilsfelagnum, sum støðan er í løtuni
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.01.2021 - 10:00

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, heldur tað ikki vera skilagott av tunnilsfelagnum at leingja afturgjaldstíðina av láninum, sum felagið hevur tikið til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Ávirkanin á prísin hevði verið lítil, og samstundis hevði afturgjaldstíðin verið tvær ferðir so long.

Jørgen Niclasen hevur svarað einum fyrispurningi frá Jaspurin Langgaard í Sambandsflokkinum um málið.

Lænt 2,6 milliardir krónur

Partafelagið Eystur- og Sandoyartunnil hevur lænt 2,6 milliardir krónur úr USA til báðar tunlarnar. Rentan er føst, 2,73 prosent, og afturgjaldstíðin er 24 ár.

Tað er sera ivasamt, um felagið hevði kunnað lænt hesa upphæddina við eini afturgjaldstíð upp á 30-40 ár.

Tunnilsfelagið hevur mett, at møguleikarnir at leingja afturgjaldstíðina eru sera avmarkaðir, og í løtuni verður ikki mett, at fyrimunir høvdu verið at longt hana.

Álit á felagnum

Í øllum førum er greitt, at rentan hevði verið munandi hægri, um afturgjaldstíðin var 30-40 ár. Heldur ikki er óhugsandi, at tað hevði skalað trúvirðið hjá landinum millum lánveitarar, um landið - áðrenn verkætlanin er liðug - hevði roynt at fingið fíggingina lagda um til longri afturgjaldstíð.

Jørgen Niclasen sigur, at hann hevur álit á, at nevnd og stjórn í tunnilsfelagnum støðugt eftirmeta prísir soleiðis, at ein hóskandi javnvág verður millum ferðslu og inntøkur til felagið.

Koma nevnd og leiðsla fram til, at stórir fyrimunir eru at leingja afturgjaldstíðinam eigur tað at verða gjørt. Men við tí, sum vit vita nú, er enki, sum bendir á tað, sigur Jørgen Niclasen í svarinum til Jaspur Langgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244