Nýggj strandfaraskip viðgerast á tingfundi í dag

Nýggj strandfaraskip viðgerast á tingfundi í dag
Tjóðveldi hevur lógaruppskot um at byggja fýra skip fyri 330 milliónir krónur til Strandferðsluna
 
26.01.2021 - 07:16

Strandfaraskip landsins eru á skránni hjá løgtinginum í dag. Tjóðveldi hevur lógaruppskot um at byggja fýra skip fyri 330 mió. kr. til Strandferðsluna.

Sambært uppskotinum skal nólsoyarskip byggjast fyri 90 til 100 mió. kr. og kalsoyarferja fyri tað sama, 90 til 100 milliónir.

Skip til Fugloynna og Svínoynna skal byggjast fyri 45-50 mió. kr. og 45-50 milliónir skulu eisini brúkast til skúgvoyarskip.

Sambært uppskotinum skal Sam vera farmaskip hjá teimum smáu oyggjunum. Hann skal umbyggjast fyri 25-30 mió. kr.

Nólsoyarskipið skal byggjast fyrst sambært uppskotinum. Og Teistin skal seljast, tá Sandoyartunnilin er liðugur í 2023.

Av tí at fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin eru farnar í gongd, roknar Tjóðveldi ikki við nýggjari ferju til suðuroyarleiðina.

Tjóðveldi ætlar, at arbeiðið skal byrja longu í ár, og hevur tí uppskot um eykajáttan, sum er 30 mió. kr., til projektering og aðra fyrireiking.

Annars mælir flokkurin til at játta 60 mió. kr. um árið árini 2022 til 2026. 

Tingið fer í dag endaliga at samtykkja, at berghol skulu gerast norður um Fjall í Borðoynni fyri 522 mió. kr. og at byggja sambýlið á Mýrini í Hoyvík.

Tingfundurin í dag er klokkan 13:30.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Undansending
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366