ES hevur góðkent nýtt koppingarevni

ES hevur góðkent nýtt koppingarevni
Fyrimunurin við koppingarevninum hjá Johnson&Johnson er, at tað kann goymast í vanligum kuldaskápi
ES hevur nú góðkent koppingarevnið fyri koronu hjá Johnson&Johnson
 
12.03.2021 - 09:40

ES hevur góðkent koppingarevnið hjá amerikansku fyritøkuni, Johnson&Johnson, og tí kunnu londini í ES nú fara undir at nýta evnið. Tað boðar ES-forkvinnan frá.

Danski heilsumálaráðharrin, Magnus heuniche, hevur boðað frá, at Danmark hevur keypt 8,2 milliónir skamtar av koppingarevninum frá Johnson&Johnson. Tað skal bert gevast einaferð, og er tí nóg mikið til 8,2 milliónir fólk.

Koppingarevnið hevur ein annan fyrimun, og tað er, at evnið kann goymast í einum vanligum kuldaskápi.

Johnson& Johnson boðar í tíðindaskrivi frá, at felagið fer at lata ES 200 milliónir skamtar av koppingarevni í seinni helvt av apríl.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558