Nú slaka bretar

bannari
Nú slaka bretar
Frá í dag verða koronukrøvini linkað í Bretlandi, og fólk fáa aftur høvi at vitja ølstovur, matstovur, frisørstovur og venjingarhøli kring landið
Manntómar gøtur í Regent Street í Stóra Bretlandi annan jóladag
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
12.04.2021 - 09:11

Í fleiri mánaðir hava krøvini verið strong í Bretlandi, tí nógvir tilburðir av koronu hava verið, men nú sær ljósari út aftur.

Nú eru næstan 40 milliónir bretar koppsettir fyri koronu, og smitutølini lækka fyri hvønn dag.

Treytir framvegis galdandi

Hóast tiltøkini verða linkað, so eru framvegis treytir galdandi. Millum annað skulu fólk halda frástøðu, og fólk kunnu bert nýta mat og øl uttandura.

At eta og drekka innandura verður ikki loyvt fyrr enn í fyrsta lagi 17. mai, eins og náttklubbar, biografar og líknandi støð ikki sleppa at lata upp afyur fyrr enn tá.

Boris Johnson, forsætisráðharri, hevði ætlanir um at drekka eina øl á eini ølstovu í London í dag, men hann hevur avlýst ætlanina, eftir at Philip, prinsur, andaðist fríggjadagin.

Skotland, Wales og Norðurírland fyrireika seg

Serfrøðingar heita á fólk um at ansa væl eftir, tí tað eru framvegis nógv fólk sum ikki eru koppsett. Um fólk ikki halda frástøðu, so er vandi fyri fleiri smittutilburðum, eru boðini frá serfrøðingunum.

Skotland, Wales og Norðurírland hava sínar egnu ætlanir, men eisini har eru myndugleikarnir farnir undir at fyrireika, at lata upp aftur.

Bretland er millum harðast raktu londini av koronu í Europa, og higartil eru 127.000 fólk í landinum deyð, skrivar tíðindastovan, NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053