VÍF og StÍF hava góð kort á hondini

VÍF og StÍF hava góð kort á hondini
VÍF vann tepurt á H71 í Vestmanna í Burn-deildini, meðan StÍF vann stórsigur á Neistanum í høllini á Hálsi. Nú stendur alt upp á spæl mikukvøldið
Vestmenningar kundu aftur hesa ferð fegnast saman við heimaáskoðarunum
 
17.04.2021 - 20:17

Menninir hjá VÍF og kvinnurnar hja StÍF hava góð kort á hondini undan fjórðu FM-finalunum i hondbólti mikukvøldið.

VÍF vann tepran sigur á H71 í einum spennandi dysti í Vestmanna seinnapartin. Dysturin var javnur, og liðini skiftust um at vera frammanfyri, men í avgerandi løtuni vóru vestmenningarnir sterkari og kundu fegnast saman við viðhaldsfólkunum.

VÍF er nú frammanfyri 2-1 og kann vinna føroyameistaraheitið við sigri mikukvøldið í Hoyvík.

Í høllini á Hálsi vann StÍF stórsigur á Neistanum í kvøld, og strandingar løgdu seg sostatt á odda 2-1. Haruka Gima var við aftur hjá útiliðnum, og saman við liðfeløgunum smurdi hon bláa heimaliðið av.

StÍF kann nú vinna føroyameistaraheitið á heimavølli, tá Neistin kemur á vitjan á Skála mikukvøldið.

VÍF - H71 (Burn-deildin, Vestmanna)
28-26 (15-17)


Neistin - StÍF (SMS-deildin, Havn)
20-27 (9-13)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541