Dómarin hevur koronu

bannari
Dómarin hevur koronu
Annar av dómarunum, sum skuldi døma hondbóltsdystin millum Føroyar og Kekkia í kvøld, hevur fingið koronu
Tað verða føroyskir dómarar, ið skulu døma dystin millum Føroyar og Kekkia í kvøld. Korona er orsøkin
 
30.04.2021 - 14:26

Fyri at dysturin, sum er útsettur einaferð áður, ikki aftur skuldi verða útsettur, hevur evropeiska hondbóltssambandið gjørt av at seta føroyskar dómarar at døma EM-undankappingardystin hjá monnum, sum verður í høllini á Hálsi klokkan 19.45 í kvøld.

Nýútnevndu dómararnir eru Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík.

Dómararnir, ið skuldu havt dømt dystin, vóru úr Litava.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006