Stórt krassj á internetinum

Stórt krassj á internetinum
DAGFØRT: Heimasíðurnar hjá nøkrum av heimsins størstu miðlum, eitt nú BBC, CNN, The Guardian og Le Monde, krassjaðu um tíggtíðina í morgun.
 
08.06.2021 - 11:47

Klokkan 10 í morgun krassjaðu heimasíðurnar hjá nøkrum av heimsins størstu fjølmiðlum, har millum BBC, CNN, The Guardian og Le Monde. Einki samband var heldur ikki við heimasíðurnar hjá bretsku stjórnini, eBay og Reddit. 

Heimasíðukrassjið tykist vera rættiliga umfatandi. 

Nú vísir tað seg, at orsøkin er eitt brek hjá stóru internetfyritøkuni Fastly, sum veitir tænastur av dátuferðslu á internetinum tvørtur um lond. Fastly er veitari hjá nøkrum av heimsins størstu heimasíðum.

Brekið varð staðfest í gjárkvøldið, men klokkan tíggju í morgun sløknaðu tænasturnar hjá Fastly fullkomiliga. Nú riggar aftur, og arbeitt verður við at umvæla brekið ordiliga. 

Enn hoyrist einki um, at føroyskar heimasíður eru merktar av stóra krassjinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541