Pætur M. Dahl føroyameistari í tennis við monnum

Pætur M. Dahl føroyameistari í tennis við monnum
Pætur Marjunarson Dahl tryggjaði sær FM-heitið við sigri á Annfinn Gaard í finaluni
Pætur Marjunarson Dahl (t.v.) vann á Annfinn Gaard í finaluni
 
16.08.2021 - 14:48

Pætur Marjunarson Dahl er føroyameistari í tennis við monnum.

Hann tryggjaði sær FM-heitið við 2-0 sigri á Annfinn Gaard í finaluni. Settúrslitini vóru 6-2, 6-1. 

Jón Brekku fekk bronsuheiðursmerki við 2-0 sigri á Hjalta Mohr. 

Kappingin um føroyameistaraheitið við kvinnum verður spælt hesa vikuna. Hálvfinalurnar verða í dag kl. 16.00, og finalan í morgin.

í aðrari hálvfinaluni spæla Rúna Seyer Eliassen og Barbara Jacobsen, meðan Rúna Jakobsen skal spæla móti Føroyaleikavinnaranum, Katrin á Neystabø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026