Føroyar smurdu Bulgaria av við 15 málum

Føroyar smurdu Bulgaria av við 15 málum
40 - 25 varð úrslitið, tá sterka føroyska U19-manslandsliðið í dag spældi sín fyrsta dyst í EHF Championship-kappingini móti Bulgaria
Pauli Høj skorar eitt av sínum fýra málum móti Bulgaria
 
17.08.2021 - 18:33

Tað vóru Mittún-beiggjarnir, Óli og Pauli, saman við Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið gingu á odda, tá føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti í dag vant burtur úr vertunum úr Bulgaria í U19 EHF Championship-kappingini. 

Úrslitið gjørdist heili 40 - 25 til Føroyar, sum altso vóru oman á við heili 15 málum, eftir at Føroyar vóru á odda við fýra málum í hálvleikinum. 

Serliga eyðsýndir vóru teir tríggir, Óli og Pauli Mittún, og so stóra føroyska hondbóltsstjørnuskotið, Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Ferð eftir ferð krúllaðu teir seg ígjøgnum stóru bulgarsku verjuna og skoraðu. Og stóð onkur verjuleikari fyri, ja, so bleiv bólturin hegnisliga spældur víðari til ein viðspælara. 

Eyðsýndir vóru eisini kviku føroysku veingirnir, ið fingu hópin av málum upp á mótálop. Á vinstra vongi Pauli Høj, og so Hákun West av Teigum og Bogi Hansen á høgra vongi. 

 

Nøgdur venjari

Føroyski landsliðsvenjarin, Julian Johansen, fegnaðist um sigurin eftir dystin, men hann var ikki heilt nøgdur við teir fyrstu 35 minuttirnar av dystinum, sum vóru ov trilvandi. Bulgaria var við at fáa Føroyar aftur tíðliga í seinna hálvleiki, men venjarin fegnaðist um stríðsviljan hjá sínum leikarum. 

Julian Johansen ásannaði, at føroysku leikararnir eru góðir, men teir eru ikki líka stórir ella tungir sum leikararnir, ið teir spæla ímóti, og tað er heilt stóra avbjóðingin. 

Spurdur um hondbóltur er størsta ítróttargrein í Føroyum, mátti landsliðsvenjarin ásanna, at fótbólturin nokk er størri enn hondbólturin.

- Men vit eru betri í hondbólti enn fótbólti, legði Julian Johansen brosandi afturat. 

Julian Johansen

Frítekst tagging: 

 

Stóra Bretland mátti geva avboð

Føroyar eru í bólki saman við vertunum úr Bulgaria og Kekkia, sum eru ovast styrkismettir í kappingini saman við Hvítarusslandi.

Stóra Bretland skuldi upprunaliga vera við, men gav avboð orsakað av avbjóðingum við Covid-19.

Í hinum bólkinum í kappingini eru Hvítarussland, Slovakia, Litava og Finnland.

Fyrstu dystirnir í kappingini vóru í gjár, og tá vann Kekkia 33-18 á Bulgaria, og Litava vann 27-25 á Slovakia.

Allir dystir í kappingini kunnu stroymast ókeypis á ehftv.com, har ein lætt kann stovna sær ein brúkara.

Vinnarin av kappingini rykkir upp til U20 EM-endaspælið, sum verður í 2022.

 

FØROYAR - BULGARIA 40 - 25 (18 - 14)

Málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 8
Bogi Hansen 5 
Pauli Mittún 5
Óli Mittún 4
Janus Dam Djurhuus 4
Pauli Høj 4
Hákun West av Teigum 4
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Sveingur Olafsson 2 
Viktor Gaini 1
Ragnar Karlsson 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juli
Veðrið
178118
Mánadag 15. juli
Hin rusuti á Aconcagua (3:10)
177771
Leygardag 13. juli
Føroyar - Montenegro (2-1)
178016
Leygardag 13. juli
Landsdystur: Føroyar - Montenegro
178015