Aftur harðskapur í býnum í nátt

Aftur harðskapur í býnum í nátt
Grovur harðskapur framdur á einum dansistaði í Havn
Friðarligt í nátt, sigur politiið.
 
21.08.2021 - 10:26

Grovur harðskapur varð framdur á einum dansistaði í Havn í nátt. Talan var um tveir mans, sum fóru til hendurs. Tað sigur vakthavandi á politistøðini.

Løgreglan er ikki liðug at kanna málið.

Maðurin, sum harðskapurin gekk útyvir var sendur á Landssjúkrahúsið til viðgerð, men er sloppin heim aftur. 

Tann, ið framdi harðskapin er avhoyrdur, men ikki varðhaldsfongslaður. Løgreglan fer at avhoyra fleiri vitni, áðrenn málið fer víðari í rættin.

Nógv full fólk

Í miðbýnum í nátt hava nógv full fólk verið, sum politiið hevur tikið sær av. 

Nøkur av teimum eru skuldsett fyri brot á skilhaldsreglur. 

Tvey fólk máttu sova rúsin av sær í varðhaldinum á politistøðini. 

Seinasta samdøgrið hevur annars verið friðarligt, sigur vakthavandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815