Landsrætturin herdi revsingina

Landsrætturin herdi revsingina
Maðurin varð dømdur seks mánaðar fongsul í Føroya rætti, men Landsrætturin legði tveir mánaðir aftrat
Málið um valdstøku varð skotið inn fyri landsrættin, sum herdi revsingina.
 
31.08.2021 - 15:07

Eystari landsrættur hevur hert dómin í einum valdstøkumáli.

Ein 27 ára gamal maður er í Landsrættinum dømdur átta mánaðar treytaleysa fongsul fyri at hava neyðtikið ein kvinnu um sama aldur.

Landsrætturin herdi revsingina í Føroya rætti við tveimum mánaðum.

Løgreglan sigur, at maðurin gjørdi sær dælt av, at kvinnan, sum var fyrrverandi unnusta sín, svav og neyðtók hana.

Fútin nøgdur

Landsrætturin hevði høvið at taka støðu til, um herðingin fyri kynsmisbrot, sum kom í gildi í Danmark í 2016, eisini kann brúkast í Føroyum.

Men tá dómurin varð kunngjørdur, staðfesti Landsrætturin, at við ongari politiskari støðutakan, eins og í Danmark, kundi Landsrætturin ikki herða revsingina í kynsbrotsmálum sum í Danmark.

Michael Boolsen, fúti sigur, at hann er nøgdur við dómin. Longdin á revsingini er greitt tekin um, at samfelagið góðtekur ikki slíkan atburð.

- Vónandi fær dómurin fólk at hugsa um sín atburð, tí slík mál eru ikki eindømi, sigur Michael Boolsen, við heimasíðuna hjá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329