KÍ fær vitjan av Víkingi

KÍ fær vitjan av Víkingi
Fýra dystir eru í Betri-deildini við kvinnum í kvøld. Við Djúpumýru fær oddaliðið, KÍ, vitjan av Víkingi, og EBS/Skála, sum er á 2. plássi, vitjar 07 Vestur á Dungasandi
KÍ er oddalið í Betri-deildini við kvinnum saman við EBS/Skála
 
31.08.2021 - 16:49

Oddaliðið í Betri-deildini við kvinnum, KÍ, tekur ímóti Víkingi við Djýpumýru í kvøld. 

KÍ er komið væl frá byrjan eftir summarsteðgin og úrtøkan higartil er tveir stórsigrar og ein javnleikur ímóti NSÍ.

Víkingur harafturímóti, hevuir tapt tvær ferðir - ímóti 07 Vestur og EBS/Skála - men seinast varð tað til trý stig ímóti B36.

EBS/Skála, sum liggur undir liðini á KÍ við 30 stigum, vitjar 07 Vestur í Sørvági. Lea Lisberg hevur skotið seks av sjey málum hjá EBS/Skála eftir steðgin, og eigur sostatt týðandi leiklut í teimum trimum sigrunum, sum eru komnir burturúr.

Í Gundadali er grannauppgerð millum B36 og HB, og við Løkin í Runavík tekur nummar trý, NSÍ, ímóti AB/B71, sum liggur niðast.

Betri-deildin við kvinnum, 9. umfar:
18:30 NSÍ- AB/B71
18:30 B36-HB
18:30 07 Vestur-EBS/Skála
19:30 KÍ-Víkingur 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. februar
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
203794
Hósdag 5. februar
Eitt korter við jazzi
203774
Hósdag 5. februar
Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar
203764
Hósdag 5. februar
Dansival - Gestur er Joen Remmer
203763
Hósdag 5. februar
Morgunlestur hósdagur 5.februar 2026
203554
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Martin Joensen
203721
Hósdag 5. februar
Veðrið
203786
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203724
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203725
Hósdag 5. februar
Sophilia - Motormani
203726