Føroyingar skulu reka radaran, men ikki gjalda

Føroyingar skulu reka radaran, men ikki gjalda
Javnaðarflokkurin á fólkatingi hevur spurt, hvat føroyingar halda um ætlanina at seta radara upp á Sornfelli
Kanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir, at 53 prosent av teimum spurdu eru ímóti, at Føroyar gjalda fyri at reka hann.
Mynd: Pól Sundskarð  
 
22.09.2021 - 15:01

Kanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir, at ein greiður meiriluti av føroyingum tekur undir við, at ein nýggjur lofteftirlitsradari verður settur upp í Føroyum.

Kanningin vísir, at meirilutin, 58 prosent, av teimum spurdu halda, at tað hevur stóran ella sera stóran týdning, at tað eru føroyskir myndugleikar heldur enn danskir, sum reka hann.

Kanningin vísir eisini, at tað bert er fjórði hvør, sum tekur undir við, at føroyingar sjálvir gjalda fyri at seta radaran upp og reka hann. 53 prosent eru ímóti, at Føroyar sjálvar gjalda.

Meirilutin vil sostatt, at føroyskir myndugleikar sjálvir skulu reka radaran. Men ein meiriluti er samstundis ímóti at gjalda. 

Fleiri svara ja nú

Í fjør spurdi Javnaðarflokkurin á fólkatingi 500 fólk, um tey hildu, “at Føroyar skulu geva NATO ella USA loyvi at seta hernaðarligar radarar upp í Føroyum?” Tá svaraðu umleið 33 prosent ja.

Í februar í ár varð so aftur spurt “Skulu vit geva loyvi til, at ein hernaðarligur radari verður settur upp í Føroyum?”, og tá svaraðu 57 prosent ja.

Í teimum flestu av hesum spurningunum er tað fimti hvør, sum sigur seg ikki vita. 

Óvissan í kanningini er upp til góð 3,5 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028