Altingsvalið: Stjórnarflokkarnir fáa 43 prosent

Altingsvalið: Stjórnarflokkarnir fáa 43 prosent
Sambært veljarakanning verður Sjálfstæðisflokkurin størsti flokkur eftir valið, og Samfylkingin verður næststørst
Bjarni Benediktsson, formaður í Sjálfstæðisflokkinum, sum sambært kanningini verður størsti flokkur eftir valið leygardagin.
 
23.09.2021 - 15:28

Stjórnarflokkarnir fáa tilsamans 43 prosent av atkvøðunum, vísir nýggj veljarakanning, sum Prósent hevur gjørt fyri Fréttablaðið upp undir altingsvalið í Íslandi leygardagin.

Framsóknarflokkurin fær 12,2 prosent, Vinstri Grønu 10,7 prosent og Sjálfstæðisflokkurin  20,1 prosent. Undirtøkan hjá Sjálfstæðisflokkinum er minkað eitt prosent samanborið við eina veljarakanning, sum varð gjørd í síðstu viku.

Sambært kanningini verður Samfylkingin næststørsti flokkur í Íslandi við 14,7 prosentum. Síðani koma Piratarnir, sum hava framgongd, teir fáa 13,1 prosent. Í veljarakanningini í síðstu viku fingu Piratarnir 11,5 prosent, og flokkurin Viðreisn fær 9,3 prosent.

Níggju flokkar fáa umboð

Kanningin visir, at níggju flokkar fáa sæti í Altinginum eftir valið.

Sosialistarnir fáa 6,9 prosent, Miðflokkurin 6,6 prosent og Fólksins flokkur 5,2 prosent. 

Verri stendur til hjá flokkinum, Frælsum fullveldi. Hann fær 1,1 prosent av atkvøðunum, vísir veljarakanningi, sum varð gjørd frá 17. til 21. september. 

2.500 veljarar vórðu spurdir, og 1.244 svaraðu, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444