Veðurlagsráðstevnan: Skógurin í heiminum skal verjast

Veðurlagsráðstevnan: Skógurin í heiminum skal verjast
Semja er um at játta 123 mia. kr. til at verja 85 prosent av øllum skógarvøkstri fyri 2030
Nógvur skógur verður framvegis høgdur niður, so landbúnaðarøki fáast til vega, men nú verða stig tikin til tess at verja skógin í heiminum.
Mynd: RitzauScanpix  
 
02.11.2021 - 11:03

Skógurin í heiminum skal verjast betur.

Tað eru boðini frá fleiri enn 100 londum, sum eru umboðað á veðurlagsráðstevnuni í Glasgow. Tey fara at skriva undir eina avtalu um at gevast við at oyða skógirnar fyri 2030, og  í staðin fara undir at planta nýggjan vøkstur.

Tað er bretska stjórnin, sum boðar frá semjuni, sambært DPA og BBC.

85 prosent við

85 prosent av skógarøkinum kring heimin eru við í avtaluni, og semja er um millum londini um at lata 8,75 milliardir pund av almennum pengum til ætlanina og 5,3 milliardir pund av privatum pengum, ella tilsamans 123 milliardir kr.

Fyrr eru gjørdar avtalur um at verja skógin kring heimin, m.a. í 2014, men higartil er einki víst í verki, og nógvur skógur verður framvegis høgdur niður, so landbúnaðarøki fáast til vega.

Munurin hesaferð er kortini tann, at stóru londini, ES, USA og Kina er millum teirra, sum taka undir við ætlanini, saman við londunum, har nógvur skógur er, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533